Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.10.2024 15:56

(Myndir) Reisugildi: Nýggja læknamiðstøðin í Gøtudali byrjar at taka skap

Mynd: Eysturoyarportalurin

Seinnapartin í dag, kl. 14.00, var lítil hátíðarløta í Norðragøtu.

Merkið var vundið í húnarhátt í kuldanum, nú reisigildi var fyri nýggju læknamiðstøðini. Ella rættari sagt, víðkanin av læknamiðstøðini í Gøtudali, sum nú byrjar at taka skap.

Nøkur vóru fólk vóru møtt upp, m.a. býráðslimir hjá Eysturkommunu og arbeiðsfólk hjá Articon.

Borgarstjórin í Eysturkommunnu, Per Martin Gregersen, helt eina lítla talu. Eftir tað var eisini okkurt gott, bæði til góman og tí søtu tonnina.

Tað var annars tann 20. juni í ár at fyrsta flagið var loyst. Eftir ætlan skal húsið longu standa klárt um hálvan desember í ár.

Myndir: Eysturoyarportalurin