Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.12.2024 14:16

Myndir: Stormskaðar í Gøtu

Mynd: Eysturoyarportalurin

Tað hevur verið nógvur vindur um alt landið í nátt og í morgun. Serliga í Syðrugøtu hevur verið nógvur vindur og harðar hvirlur.

Á kajini í Syðrugøtu fór eitt heilt neystatak í einum og endaði partvís á sjónum. Takið á einum seyðahúsið er eisini farið í vindinum. Samstundis sum aðrir skaðar eisini hava verið í bygdini á m.a. tøk og bátar.

Eisini í Norðragøtu vóru nakrar takplátur á einum sethúsum foknar av, meðan ein kampingvognum varð koppaður inni í Norðragøtudalinum.

Myndir: Eysturoyarportalurin