Nógv áarlop, bæði í gjár og í nátt, hava gjørt skaða ymsastaðni kring landið. Serliga var tað á Streymoynni og í Eysturoynni, at skaðarnir vóru stórir.
Í skúlanum við Gøtugjógv kom nógv vatn inn í kjallarin, og varð neyðugt at senda boð eftir sløkkiliðnum í Eysturkommunu.
Vatnið stóð uml. 80 cm høgt og máttu heili tríggjar pumpur til fyri at fáa tómt allan kjallarin. Nakað av útgerð og annað, sum lá í kjallarinum hevur fingið skaða av vatninum.
Myndir: Eysturoyarportalurin









