Við einum sera góðum seinna hálvleiki, megnaði mennirnir hjá Víkingi at venda øllum, og vinna sær øll trý stigini, samstundis sum at teir eisini betraðu um málúrtøkuna.
Hálvleiksstøðan var 1-0 til útiliðið 07 Vestur. Málið skeyt Magnus Isager í 34 minutti.
Í steðginum framdi heimaliðið tvær broytingar. Inn komu Olaf Bárðason og Finnur Justinussen. Hetta setti meira lív í álopsspælið, og eftir eini løtu hevði Víkingur skora trý mál. Géza Dávid Turi javnaði í 59 minutti, meðan, Finnur Justinussen skeyt tvey tey næstu málini, í ávíkavist 62 minutti og 65 minutti.
Géza Dávid Turi økti síðani til 4-1 í 73 minutti, áðrenn Olaf Bárðarson gjørdi tað til 5-1 í 90 minutti, sum eisini var endaliga úrslitið.
Myndir: Egin Tollaksson Kass







































