Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.04.2025 12:41

Nevndin heldur fram

Elsebeth Samuelsen nevndarlimur, Annika E. Breiðaskarð nevndarlimur, Bingerð H. Fosságil forkvinna, Linda A. Jacobsen nevndarlimur, Elisabeth E. Eliasen nevndarlimur, Ella N. Heinesen tiltakslimur og Silja Michalsen tiltakslimur

Tíðindaskriv/ Heilsurøktarafelagið

Leygardagin 26. apríl hevði Heilsurøktarafelagið aðalfund. 

Val og uppskot um viðtøkubroytingar vóru millum evnini á skránni. 
Undan fundinum hevði talgilt nevndarval verið. Tí var longu greitt áðrenn, at teir báðir nevndarlimirnir, sum stóðu fyri vali vóru afturvaldir. Ein tiltaklimur skuldi veljast á fundinum, og eisini har var talan um eitt afturval. 
Ongar viðtøkubroytingar vóru samtyktar á hesum sinni.

Bingerð H. Fosságil er forkvinna í Heilsurøktarafelagnum. Annika E. Breiðaskarð, Elsebeth Samuelsen, Elisabeth Eið Eliassen og Linda A. Jacobsen eru nevndarlimir. Ella N. Heinesen og Silja Michalsen eru tiltakslimir.