Lesarabræv
Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur beint fyri jól lagt fram uppskot til hoyringar um broytingar í fólkaskúlalógini. Talan er um skipan av lærugreinum, tal av undirvísingartímum, skúlaøki og skúlasamband.
Fleiri partar av uppskotinum eru óivað tiltrongdar og skilagóðar fyri skúlaverkið, lærarar og næmingar. Herav stytting av skúladegi, at kveikja verkliga lærihugin og styrkja tvílæraraskipanina.
Endamálið við lógarbroytingini er at betra um læruúrtøkuna og trivnaðin hjá næmingunum í føroyska fólkaskúlanum.
Næmingar í 7. flokki gerast partur av hádeildini og taka lut í vallærugreinum, sum tøknifrøði, sjóvinnu, ljósmyndalæru og arbeiðskunnleika. Fak sum áður einans vóru tøk fyri næmingum í 8. – 10. flokki.
Tó er ein størri avleiðing av hesum í verandi uppskotinum. Tað er at 7. flokkur verður niðurlagdur á 11 av fólka- og frískúlunum kring landið í dag.
Fyri hesar skúlar inniber tað m.a. at:
- Tímatalið minkar
- Næmingatalið minkar
- Starvsfólkatalið minkar
- Fleiri av verandi fakum fella burtur
- Nakrir av verandi aktivitetum verða niðurlagdir
- Færri førleikar verða á staðnum
Hetta kann hava ávirkan á starvsfólkatrivnaðin og setan av lærarum framyvir, vegna at nakrar av lærugreinunum eru í dag einans í 7. flokki og ikki teimum lægru flokkunum. Somuleiðis kann hugsast at undirvísingin ikki gerst eins breið, sum hon er í dag.
Fyri foreldur er eisini ein óvissa hvørt børnini eru ov ung at verða flutt til aðra staðseting, ávirkan av tilknýtinum til bygdina, fleiri av aktivitetunum fella burtur í nærøkinum og at hetta kann ávirka trivnaðin hjá starvsfólki, næmingum og borgarum.
Í Runavíkar kommunu ávirkar hetta m.a. beinleiðis Skála skúla og Frískúlan Keldan. Taka vit Skála skúla frámæla bæði starvsfólk, skúlastýrið og næmingaráðið hesari broyting.
Fyri kommunurnar inniber broytingin eina umskipan av busssambandinum og nýggjar hølisumstøður í hádeildini. Bæði nakað, sum Runavíkar kommuna longu hevur avbjóðingar við og hevur ætlanir um at betra. Skulu hesar umstøður gerast skilagóðar krevur hetta bæði nógvan pening og tíð áðrenn tað kann verða klárt til nýtslu. Uppskotið skal tó, um landspolitisk undirtøka er fyri tí, byrja sítt gildi longu í skúlaskiftinum 2026.
Harnæst er týdningarmikið fyri kommununa at slíkar broytingar eru gróðursettar saman við og útfrá borgarinum í økinum.
Fyrimunir og vansar eru við øllum. Um man niðurlagar virksemi á smærri økjum má tað gerast í samráð við kommunurnar og borgarnar fyri at kunna eydnast. Og í hesum føri má sigast at tað heldur hevur fingið mótstøðu kring landið.
Spurningurin er tó um tað ikki er møguligt at hava 7. flokk, sum part av hádeildini hóast 8. – 10. flokkur er í aðrari staðseting. Vallærugreinarnar kunna tilrættisleggjast soleiðis at 7. flokkur hevur hendan partin saman við hádeildini og gerst hetta ein náttúrligur yvirgangur til størra skifti tá ið teir koma í 8. flokk og flyta skúla.
Samlað er talan um lógarbroytingar, sum hava skilagóðar tillagingar. Tó má viðmælast at parturin viðv. niðurlaging av smærru skúlunum verður tikið úr uppskotinum.
Jógvan Andersen