Hondbóltsfelagið Tjaldur skrivar soleiðis:
Í fjør kom Nikolay Bliznov til Tjaldur fyri at venja tey ungu í felagnum.
Við sínum góða hondbóltskili og dámliga sinni hevur hann megnað at fáa sera nógv burturúr.
Eitt nú høvdu vit trý lið í steypafinalunum, sum vórðu leiktar í stásiligu høllini við Tjarnir.
Vit eru sera fegin um at hava gjørt sáttmála við Nikolay, sum kemur at vera høvuðsungdómsvenjari komandi tvey árini.
Umframt at vera høvuðsvenjari hjá teimum eldru, so fer hann eisini at hjálpa til og leggja lag á hjá venjaratoymunum í yngru árgangunum. Soleiðis fáa vit ein reyðan tráð í allar venjingarnar.
Gott og læruríkt kappingarár er júst liðugt. Vit í Tjaldur gleða okkum sera nógv til eitt væl skipað, spennandi og mennandi komandi hondbóltsár