Týskvøldið varð skipað fyri borgarafundi í bygdarhúsinum í Leirvík, í samband við, at ein arbeiðsbólkur, settur av Eysturkommuna, legði fram frágreiðing um at skipa egna framhaldsdeild í kommununi.
Og sigast má, at áhugin var stórur fyri hesum málinum, har eini 200 fólk vóru møtt upp fyri at lýða á.
Ein arbeiðsbólkur við átta fólkum, við Hera á Rógvi á odda, hevur í áleið tveir mánaðir arbeitt við at finna fram til fyrimunir og vansar fyri eini framhaldsdeild í Eysturkommunu. Og var tað úrslitið av hesum arbeiðið, sum var lagt fram fyri almenninginum.
Og niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum var greið – “Tað ber til”.
Arbeiðsbólkurin segði, at hann metti einki tekniskt at vera til hindurs fyri, at Eysturkommuna skipar egna framhaldsdeild. Eysturkommuna hevur góðar fortreytir fyri at skipa egna framhaldsdeild og eingin grundgeving er funnin fyri, at tað ikki kann bera til.
Kanningararbeiðið hjá bólkinum vísti tó eisini á, at sosiali parturin við at koma saman við øðrum á eini størri framhaldsdeild hevur stóran týdning. Tað er hetta sum er galdandi í dag, har børnini í Eysturkommunu fara til Fuglafjarðar at ganga í framhaldsdeild. Hetta verður størsti missurin, velur Eysturkommuna at skipa egna framhaldsdeild.
Aftaná, at framløgan hjá arbeiðsbólkinum var løgd fram, var høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar og koma við viðmerkingum. Hóast jaliga móttøku, so kom tað eisini týðiliga til sjóndar, at tað ikki eru allir borgarir í Eysturkommunu, sum eru fyri at skipa egna framhaldsdeild. Men heldur vilja halda áfram við samstarvinum við Fuglafjarðar kommunu.
Eftir fundin, og eftir at fleiri býráðslimir eisini høvdu havt orðið, kundi tað tó verið okkurt sum bendi á, at tað er ein vissur meiriluti í býráðnum í Eysturkommunu, sum er fyri at skipa egna framhaldsdeild.
Sambært Hagstovuni, so búðu í februar í ár 2.297 fólk í Eysturkommunu, meðan talið í Fuglafjarðar kommunu var 1.632.
