Nógv vatn og krapi er á vegnum ymsastaðni kring landið. Í Søldarfirði er ein stórur hylur á vegnum mitt í bygdini.
Eisini aðrastaðni skulu fólk ansa sær á vegnum, t.d. á Skipanesi, Skálabotni, Funningsfjarðavegnum og við Norðskálatunnilin.
Landsverk boðar frá kl. 09.30 at bilar og maskinur hjá Landsverki eru byrjaðir at rudda vegirnar.