Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.03.2023 18:15

Nógvur láturkópar at síggja (Myndir)

Myndir: Eysturoyarportalurin

Í illfýsna veðrinum í dag, hava 7-8 láturkópar, ímillum aldur og brim, ligið uttanfyri sandin í Syðrugøtu og framvið landinum og damla. Eysturoyarportalurin var á staðnum og tók nakrar myndir.

Láturkópur (latín Halichoerus grypus) er tann einasti kópur í Føroyum. Láturkópur er morgráur um bakið við dimmum blettum, men ljósari undir búkinum. Hann heldur til í gjáum, sum myrk hol ganga frá langt inn í bergið, og tey eru nevnd látur. Kópurin heldur seg javnan uttan um látrini, og tá ið líður móti mikkjalsmessu, fer opnan inn á botn og upp á turt at leggja. Sum navnið sigur, so heldur hann til, har ið látur eru. Láturkópur er einasti kópur, sum nørist undir Føroyum; her verður stovnurin hildin at vera 3000-5000 kópar. Opnan kann gerast meira enn 40 ára gomul, men brimilin verður sjáldan meira enn 20 ára gamal. Láturkópur, ið vanliga veiðir fisk á botni, er kringur at leita eftir føði og kavar lættliga niður á fleiri hundrað metra dýpi.