NSÍ kvinnurnar tóku í gjár øll á bólið, tá ið tær vunnu ein 2-1 sigur á stórfavorittinum úr Klaksvík.
Úrslitið var 2-1 eftir longda leiktíð. Tað var annars KÍ sum legði seg á odda eftir hornaspark, tá ið ein góður hálvur tími var leiktur. Málskjútti var Durita Hummeland, men bert tveir minuttir seinni javnaði NSÍ við máli frá Lenu Olsen.
Neyðugt var tí við longdari leiktíð. Og tá ið í 109. minuttir vóru leiktir, var tað Dania Olsen sum við brotssparki tryggjaði NSÍ steypasigurin.
Steypafinalan 2023 (kvinnur)
Tórsvøllur 7. oktober
NSÍ – KÍ 2-1 eftir longda leiktíð (1-1)
30′ Durita Hummeland 1-0
32′ Lena Olsen 1-1
109′ Dania Andrasdóttir Olsen, br. 2-1