NSÍ skrivar:
James Michael Drye og NSÍ eru samd um at enda samstarvið, hóast amerikanski verjuleikarin hevði sáttmála, ið var galdandi fyri kappingarárið 2025.
James kom til landið í 2022. Hann spældi tvey ár í næstbestu deildini fyri B71.
Í november 2023 skrivaðu James og NSÍ undir ein 2-ára sáttmála. Sterki verjuleikarin spældi 24 dystir fyri NSÍ seinasta kappingarár. Umframt góða verjuspælið, er James kendur fyri ógvuliga
góðan bóltførleika og síni langu innkøst. James kann spæla bæði í miðverjuni og á vinstra bakki.
James var ein týdningarmikil partur av hópinum, ið vann felagnum sætið aftur í evropeisku kappingunum. Tað eru vit gulu takksom fyri.
Samstarvið millum felagið og James hevur verið fyrimyndarligt, og vit vilja ynskja honum alt tað besta, nú samstarvið endar.
James, tú ert altíð vælkomin at vitja við Løkin.