Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.06.2023 15:55

Nýggi dagstovnurin Gjái um at vera liðugur

Myndir: Eysturoyarportalurin

Tað var í august 2020, at fyrsta flagið var loyst, av táverandi borgarstjóra í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen. Og nú næstan trý ár seinni er snotiligi og vakri dagstovnurin um at vera liðugur við Gøtugjógv.

Núverandi borgarstjórin, Per Martin Gregersen, váttar fyri Eysturoyarportalinum, at klárt verður hjá børnum og arbeiðsfólki at flyta inn fyrstu vikuna í august, tá ið summarferian er av.

-Alt er so at siga liðugt, nú mangla bert onkrir snøklar innan og uttan. Okkurt smávegis manglar eisini at setast upp, men tað verður liðugt fyrsta dagin, sigur Per Martin Gregersen.

Eysturoyarportalurin var við borgarstjóranum og vitjaði í dag og tók nakrar myndir.