Nýggi Finnur Fríði, sum er bygdur liðugur á Karstensens Shipyard í Skagen, og er heili 82,6 metur langur og 16,5 metur breiður, er í løtuni royndartúr uttanfyri Skagen.
Hetta upplýsir heimasíðan Fishfacts.
Eftir ætlan kemur nýggi Finnur Fríði til Føroyar í mai mánaða. Kostnaðurin á skipinum liggur um 350 milliónur krónur.
