Terje B. Vestergaard, hevur saman við Kristinu Bærendsen, júst útgivið nýggja staklagið” Har eingin eina er” sum duet.
Lagið er nú er tøkt á stroymingartænastum so sum “Youtube” “Spotify”
Hetta er 6. stakútgávan hjá Terja.
Hinar útgávurnar eru, “Jól eru kærleiki og vón” 2016, “Tíðin fer” 2017, “Lívsins Rósa” 2021, “Longsul” 2021 og “Mítt fosturland” 2023
Hesi løg kunnu eisini stroymast á áðurnevndu stroymingartænastum.
Sangurin var upprunaliga skrivaður av Mosie Lister, einum vælkendum amerikonskum gospelsangskrivara, og bleiv fyrstu ferð útgivin og gjørdur kendur, tá Elvis Presley útgav hann í 1967.
Edmund Williamson hevur umsett sangin til føroyskt.
Terje sigur, at tankin um at útgeva sangin á føroyskum, og at fáa Kristinu at syngja duet, kom eftir at Terje hoyrdi endurútgávuna, har dóttir Elvis, Lisa syngur saman við pápanum,
á einari nýggjari remix útgávu.
Við hesari nýggju føroysku útgávuni vóni eg, at hesin sera vakri gospel sangurin, kann gerðast til gleði og gagns milllum føroyingar.
Tónleikur og innspæling er meistarliga samskipað og lagt til rættis av Jákup Zachariasen, og innspældur av nøkrum av okkara bestu føroysku tónleikarum.
Óli Poulsen hevur ljóðblandað.
Kreditlisti:
——————
Har eingin eina er
Orð og Lag: Mosie Lister
Týtt til føroyskt: Edmund Williamson
Duet; Terje Vestergaard & Kristina Bærendsen
Lagt til rættis og Framleitt: Jákup Zachariassen
Trummur: Josva Debes
Bass: Eyðun Johannesen
Piano & Orgul: Ola Hedén
El Guitar, Akk Guitar & Ljómborð: Jákup Zachariassen
Upptikið: JakZac-Studio
Mix & Mastering: Óli Poulsen