Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.02.2025 07:47

Nýggj frímerki frá Posta í dag, 24. februar

Posta/ Tíðindaskriv

Eisini hesa ferð fevna frímerkjaútgávurnar víða og mynda eitt nú heimskendar flogskiparar, sum hava vitja oyggjarnar, hondbólt, avtoftaðu bygdina Víkar og heiðursútgávuna í sambandi við at fimmti ár eru liðin síðan fyrstu føroysku frímerkini komu út.

Føroysk frímerki í fimmti ár

Føroyar fingu síni fyrstu frímerki fyri 50 árum síðan – tann 30. januar 1975. Útgávan fevndi um 14 ymisk frímerki, sum myndaðu gomul føroyakort og list. Tað var danska postverkið, sum stóð fyri útgávuni. Gott og væl eitt ár seinni varð Postverk Føroya stovnað – tann 1. apríl 1976, og síðan tá hevur føroyska postverkið givið út føroysku frímerkini.

Í sambandi við fimmti ára dagin verður eitt serligt smáark givið út í dag, sum er sett saman av nøkrum av teimum best kendu føroysku frímerkjunum – m.a. veðrinum og dansiringinum.  

Heimskendir flogskiparar lenda í Føroyum

Tann 15. august 1924 lendi fyrsta flogfarið nakrantíð í Føroyum. Tað var italski flogskiparin Antonio Locatelli við manning, sum lendi við Dornier Wal vatnflúgvara sínum á Havnarvág. 

Í Tingakrossi stóð hetta at lesa um hendingina: ”Fríggjakvøldið um 7 tíðina hoyrdist snøggliga úr landsynningi ein fjar surran, sum av skinnflugu, og í somu stund dagaði ein stórur grindalokkur upp sunnanfyri Nólsoynna. ”Flúgvarin!” róptu fólk og stardu hugtikin upp í loftið eftir hesum ókenda fari, ið nú larmaði so dúliga sum nakar motorbátur, eftirsum tað fleyg innyvir fjørðin, sneiddi eystureftir í ein boga dygst yvir Vaktarhúsbrekku og so yvir húsatekina út á vánna, har tað stiklaði úteftir við fullari ferð, vendi innaftur og legði seg friðaliga “fyri fortoyning” útfyri Tinganesi…”

Tað vakti somuleiðis ans, tá tað frættist at tann kendasti av flogundangongumonnunum Charles Lindbergh skuldi millumlenda í Føroyum. Hetta hendi í august 1933, tá Lindbergh lendi á Trongisvágsfirði við vatnflúgvara sínum. Við honum á ferðini var kona hansara Anne Morrow, sum vísti seg at vera navigatørur og telegrafistur á ferðini. Listafólk: Janus Dam Guttesen.

Hondbóltur – Føroyar við á ovastu rók

Hondbóltssamband Føroya varð sett á stovn tann 19. apríl 1980, men skulu vit heilt aftur í 1920-árini, tá føroyingar byrjaðu at spæla hondbólt. Eftir eina heldur óstøðuga gongd og skert virksemi í áttati-, níti- og nullárunum, hevur ítróttagreinin aftur veruliga tikið dik á seg. Við góðu gongdini, er áhugin fyri at spæla hondbólt í Føroyum methøgur í dag. 

Feløgini eru 13 í tali og íðka á leið 3.100 hondbólt og eru Føroyar tað landið við flest hondbóltsíðkarum fyri hvønn íbúgva. Føroyskir yrkisleikarar eru eisini at síggja í fremstu hondbóltsfeløgum og -kappingum í Evropa, og eru teir stórar fyrimyndir fyri børn og ung í Føroyum. 


Frímerkini mynda Elias Ellefsen á Skipagøtu og Janu Mittún. Myndirnar hava Álvur Haraldsen og Uroš Hocevar tikið.

Víkar

Í 1833 settu fólk búgv á Víkum norðanvert í Vágum. Lítla bygdin taldi bert trý hús, og tá fólkatalið var av tí mesta, búðu 16 fólk í bygdini. Á Víkum vóru livilíkindini ikki góð, trupult var at koma til og frá, so hesi lítlu bygdini var stutt lív lagað. Fólkið fækkaðist støðugt og í 1910 fluttu tey seinastu fólkini burtur, so at bygdin avtoftaðist. 

Á Víkum er ógvuliga vakurt. Tann víða slættan við teimum høgu fjøllunum rundan um er stórbært at síggja. Útsýnið er frálíka gott norður í havið, og eystureftir síggjast miðvágsbjørgini fyri norðan og í fjarsýni Streymoyggin. Nógv ferðafólk koma hagar um summarið. Mynd: Thomas Vikre.

Keyp frímerkini á www.stamps.fo ella á posthúsum kring landið.

Á heimasíðu okkara ber eisini til at lesa áhugaverdu greinarnar um frímerkini.

Spjaldur