Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.11.2024 19:58

Nýggja býráðið í Eysturkommunu skipað

Nýggja býráðið í Eysturkommunu (Mynd: Eysturoyarportalurin)

Nýggja býráðið í Eysturkommunu skipaði seg á býráðsfundi í kvøld í býráðshúsinum í Norðragøtu.

Per Martin Gregersen, sum hevur verið borgarstjóri seinastu fýra árini, var einmælt afturvaldur, meðan Uni Rasmussen eisini var einmælt valdur varaborgarstjóri. Umframt tað var val av nevdarlimum til føstu nevndirnar og aðrar nevndir.

Hini í nýggja býráðnum eru: Magnus Skoralíð, Heri Mikálsson, Rebekka Jensen, Ann Fuglø, Unn J. Ellingsgaard, Hanna Jensen og Pól í Skorini.

Nevndirnar eru mannaðar soleiðis:

Fíggjarnevnd

  • Per Martin Gregersen – Formaður
  • Magnus Skoralíð
  • Unn J. Ellingsgaard

Byggi & býarskipanarnevnd

  • Heri Mikálsson – Formaður
  • Uni Rasmussen
  • Ann Fuglø

Mentanarnevnd

  • Hanna Jensen – Forkvinna
  • Pól í Skorini
  • Rebekka Jensen

Trivnaðarnevnd

  • Unn J. Ellingsgaard – Forkvinna
  • Rebekka Jensen
  • Magnus Skoralíð

Vinnunevnd

  • Pól í Skorini – Formaður
  • Ann Fuglø
  • Uni Rasmussen

Nývalda býráðið tekur við á nýggjárinum.

Myndir: Eysturoyarportalurin