Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.12.2024 12:21

Nýggja kirkjan á Glyvrum

Soleiðis fer nýggja kirkjan á Glyvrum at síggja út. Mynd: SNA

Býráðið í Runavíkar Kommunu samtykti á seinasta býráðsfundi tann 28. november í ár, at geva endaligt byggiloyvi til nýggju kirkju á Glyvrum.

Byggiloyvi er játta við ávísum treytum. Nýggja kirkjan skal byggast tætt við verðandi kirkju.

Tað var Árni Winter Arkitektar sum vann teknikappingina til nýggju kirkjuna á Glyvrum. Selmar Nielsen Arkitektar, SNA (SNA yvirtóku Árna Winter Arkitektar í 2017) hava projekterað.

Grundarsteinurin til gomlu kirkju varð lagdur tann 9. mai 1926, og kirkjan varð vígd Kristi himmalferðadag, 26. mai 1927, av Jákup Dahl prósti.