Tíðindaskriv/ Bókadeild Føroya Lærarafelags
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur fimm nýggjar bøkur út í ársins triðja bókaumfari. Millum teirra er spildurnýggj bók í væl umtóktu skrímslarøðini eftir Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttur. Bøkurnar fáast til keyps í bókahandlunum kring landið.
Stóra klaffabókin hjá Flekki
Fyrsta bókin um litir, skap, nummur og tað, sum er øvut.
Stuttleika tær saman við Flekki og hansara vinum, tá tey spæla sær við litir, skap, nummur og tað, sum er øvut. Í bókini eru stuttligir klaffar at lata up á hvørjari síðu, sum taka teg á bóli og læra teg okkurt nýtt.
Stóra klaffabókin hjá Flekki er best umtókti og mest seljandi klassikarin hjá høvundinum, Eric Hill.
Eric Hill skrivaði og myndprýddi, og Marna Jacobsen týddi úr enskum.
Bókin er pappbók við klaffum, 10 síður og til børn uml. 0-1 ár.
Skrímslaveitsla
Lítla skrímsl ætlar at halda eina rimmarveitslu – ikki bara onkra veitslu, men eina hátíðar-gildis-stevnu-fagnaðarveitslu. Skrímslini gera nógv burturúr, men hvør man fara at koma í veitslu?
Skrímslabókin er ellivta bókin um skrímslini. Bøkurnar eru sera væl umtóktar og týddar til nógv mál.
Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttir skrivaðu, og Áslaug Jónsdóttir myndprýddi.
Bókin er innbundin myndabók, 30 síður og til børn uml. 2-4 ár.
Lotta í Brakarastræti
Ein dagin, tá Lotta akkurát var fylt fimm ár, vaknaði hon um morgunin og var ill. Hon hevði droymt okkurt ordiliga býtt, og so kom mamma og vildi lata hana í eina troyggju, sum bæði kitlaði og prikaði. Mamma helt, at tað var roks, men tað helt Lotta ikki. Hon gjørdi av, at tað var líka frægt bara at flyta heimanífrá!
Søgan hjá Astrid Lindgren um Lottu í Brakarastræti er ein klassikari, sum enn kennist modernaður í dag. Hesa nýggju útgávuna hevur Cecilia Heikkilä myndprýtt, ein av dugnaligastu myndprýðarunum í Svøríki.
Astrid Lindgren skrivaði, Cecilia Heikkilä myndprýddi, og Ebba Hentze týddi úr svenskum.
Bókin er innbundin myndabók, 34 síður og til børn uml. 5-7 ár.
Norðlýsi 1 & 2 – Ferðin til Jøtundalin & Víkingarnir og oraklið
Ferðin til Jøtundalin:
Kom við á ferðina til tað gandakenda Noreg.
Eina náttina fær Sonja vitjan av einum fremmandum dreingi, sum allíkavæl tykist undarliga kendur. Hann er úr verðini hinumegin, og hann hevur hana við sær hagar. Tey ferðast á norðlýsinum og koma til eitt Noreg, sum slett ikki líkist tí dagliga, men sum hóast alt finst innan í okkum øllum, sum hava sloppið hugflognum leysum.
Víkingarnir og oraklið:
Ævintýrið heldur fram.
Sonja er farin við trølladreinginum Espen til gandakenda Jøtundalin. Eitt vakurt stað, ið er sum tikið beint úr ævintýrum við trøllum og tosandi dýrum. Men vandi er á ferð, og víkingarnir í dalinum vilja hava blóðhevnd. Teir fara í part við oraklið fyri at fáa gjørt enda á Espen. Einki verður, sum Sonja væntaði tað, tá ið hon verður fangað í einum deyðiligum dysti ímillum trøll, víkingar og tað loyndarfulla fjallafólkið.
Malin Falch skrivaði og myndprýddi, og Tórarinn á Rípuni Niclasen týddi úr norskum.
Bøkurnar eru heftar, eru ávikavist 160 og 144 síður, og til børn uml. 8-13 ár.