Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.10.2023 13:26

Nýggjar sniðgøtur í Leirvík og Syðrugøtu

Sniðgøta í Leirvík (Mynd: Eysturkommuna)

Eysturkommuna

Sitandi býráð hevur lagt dent á at gera sniðgøtur í kommununi, tí mett verður at hetta hevur stóran týdning fyri trivnaðin, og at gingið verður gjøgnum náttúruvøkur økir, í annars ikki hava verið atkomulig. 

Tí samtykti býráðið í Eysturkommunu á fundi 31.03.2022, at gera sniðgøtu í Leirvík og Syðrugøtu.

Arbeiðið at gera sniðgøtu millum vegin Gerðismørk og brúnna við Garð í Leirvík byrjaði á vári 2023 og var tað fyritøkan Sp/F Hugo í stóð fyri arbeiðinum. Endaliga arbeiðið var liðugt í summar.

Hendan sniðgøtan er partur av býarætlanini fyri sniðgøtur í Leirvík og nú er gangandi frá Leirvíkarskúla og heilt niðan til Nýggjagerð. Arbeitt verður við at hendan gøtan skal halda fram heilt niðan og gjøgnum Limmelund til Brekkuvegin. Gøtan er við til, at binda vegirnar og øki sum heild tættari saman og vónar kommunan, at við at gera slíkar sniðgøtur, økir um trivnaðin á staðnum.

Um sniðgøtuna í Leirvík:

  • Longd áleið 108m
  • Ljós sett upp framvið gøtuna 

Arbeiðið at gera sniðgøtu við nýggju útstykkingina í Syðrugøtu fór í gongd nakað seinni enn ætla, men bleiv endaliga avhenda í summar. Tað var fyritøkan JHR í stóð fyri arbeiðinum. 

Sniðgøtan er løgd framvið Traðará millum báðar innangarðsvegirnar og ger, at tað er gangandi millum vegirnar Salvarávegur, Traðarávegur, Garðabrekka og Geilargøtu. Gøtan er við til at binda vegirnar og øki sum heild tættari saman og vónar kommunan, at við at gera slíkar sniðgøtur, økir um trivnaðin á staðnum. 

Um sniðgøtuna í Syðrugøtu:

  • Longd áleið 360 m
  • Ljós sett upp framvið gøtuna

Spjaldur