NSÍ hevur fingið ein nýggjan sang – “Lið mítt við Løkin”.
Heimasíðan hjá NSÍ skrivar soleiðis:
Tað er ongin ivi, hvør syngur. Tað er ongin ivi, hvat liðið er. Tað er ongin ivi, hvørji mál skulu røkkast.
Nýggi NSÍ sangurin situr vakurt í eini listaligari samkoming, nú liðið við Løkin aftur roynir at skriva fótbóltssøgu.
“Tær eg fjeppist uppi í. Tú ert mítt hjarta allatíð. Tær eg eri býttur í. Tú ert NSÍ.” Soleiðis syngur lokala tónleikahetjan úr Runavík,
Edmund Jacobsen, sína fagnaðarkvøðu til eitt frálíkt og væl spælandi vespulið, sum eigur viðhaldsfólk úr Elduvík til Esbjerg.
Tveir vinir hjá útlagda rokkaranum, Mikkjal Hvannastein og Karl Martin Samuelsen, hava ávikavíst tikið upp, ljóðblandað
og sungið kór á lagnum. Og seinasta gulltráðin hava kvinnur og menn úr okkara egna fótbóltsliði við stórum sjálvsáliti spunnið í IntroVers Studio
til savnandi niðurlagið “JA, VIT HALDA ØLL VIÐ NSÍ”
Tað er Steintór Rasmussen, sum á útivølli hevur roynt seg sum høvund og tónasmið.
Eftir eitt gott innkast frá formanni okkara Karstin Joensen, hevur Steintór verið eitt slag av liðskipara av verkætlanini og borið sangin á mál.
Og tað kundi neyvan verið gjørt, sagt ella sungið betri … Tú ert varin, tú ert søkin. Tú ert liðið mítt við Løkin. Tú ert NSÍ!