Sunda kommuna
Á heysti í fjør var farið undir at gera trivnaðarøkið í Hósvík.
Grønt og Grátt hevur staðið fyri arbeiðinum, og arbeiðið hevur gingið væl. Hóast keðiligt veður í vetur, so er trivnaðarøkið komið væl áleiðis.
Enn manglar fall undirlag undir karusselini og klatritorninum, og lendið skal sáast í apríl. Vit skilja væl, at tað er torført at bíða við at nýta økið til ta tíð. Tí verður heitt á børn og foreldur at vísa serligt varsemi, inntil hesi viðurskifti eru komin í rætt lag. Vit gleða okkum til í vár, tá ið økið fer at taka seg enn betur út.
Kommunan takkar Grønt og Grátt fyri gott samstarv í hesari verkætlanini.
Vónandi taka fólk væl ímóti nýggja trivnaðarøkinum.