Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.02.2025 14:45

O, Kringvarpið!

6. partur. Danmark ein bøkkur í Norðurtýskalandi?

Lesarabræv

Kringvarpið endursendir 6. og seinasta part í sendirøðini O, móðurlandið!, sum er um tíðina eftir at fullveldislandsstýrið sindraðist og fram til í dag.

Millum tema´ini, sum hava verið í teimum fyrstu 5 pørtunum, eru m.a. koloniir, fólkamorð (!), kollapsið av føroyska samfelagnum fyrst í 1990´unum, bjarganin av føroyska samfelagnum eftir kollapsið, royndirnar at skipa Føroyar sum eitt fullveldisríki og hvussu loysingarfólk mistu bæði vit og skil í einum ørandi fullveldisrúsi.

Men gerandisdagurin kom sjálvandi aftur, og tað harmar KvF, tí nú er fullveldisdreymurin ikki longur eitt mál millum føroyingar og heldur ikki hjá politikarum – heldur ikki, tá løgtingsval seinastu nógvu árini hava verið.

KvF letur skuffað loysingarfólk minnast aftur á gamlar dagar, tá ið hugflogið ongi mørk kendu og vit kundu flúgva, hóast vit ongar veingir høvdu! Og hvør fær skylduna fyri miseydnaðu loysingardreymarnar? Jú, sjálvandi – tær nýtist ikki at gita! Og tí skal alt, sum danskt er, hava av grovfíluni: Danmark er lítið meir enn ein bøkkur onkustaðni í Norðurtýsklandi, vit kaga út í verðina gjøgnum eitt danskt lyklarhol, vit eru homo danicus, vit lata okkum rura inn í eina danska mentunartilvitsku, “forbannað” nógv fyri, at danir blanda seg upp í danskt málsøki, kúga okkum sjálvi við at duga at tosa málið hjá koloniharrunum (danskt), osfr. 

Álvaratos, hvar er sjálvsvirðingin? Er hetta veruliga sjálvsfatanin hjá loysingarfólki? Eru tað bert vit samríkisfólk, sum hava eina sjálvsvirðing og virðing fyri okkara næsta?

Men eins og i hinum pørtunum er okkurt av tí, sum verður framborið, rætt, t.d. at sami stovnur (altso KvF) fyri eini 30 árum síðan íð hvussu so er royndi at verða ein tjóðarlaðandi stovnur, at stjórnarskiftið í Danmark, har Anders Fogh Rasmussen bleiv statsministari bøtti nógv um forholdini Føroya og Danmarkar millum og at ES-stongsulin leiddi okkum í føvningin á russum.

Men tíverri er søguforteljingin eisini í hesum partinum eins og í hinum pørtunum nationalistiskt einsporað, har nationalromantikkurin verður uppblástur og glorifiseraður, meðan  mótstøða móti loysingarvonginum verður niðurprioriterað, niðurgjørd og helst burturtøgd.

Eisini listin yvir bókmentir avdúkar, at næstan bara nationalistiskar bókmentir liggja til grund fyri sendingini:

Bókmentir, sum eru við í 6. parti
RithøvundurHeiti
Høgni HoydalMyten om rigsfællesskabet
 Sjúrður Skaale2000 – Tá Føroyar skuldu loysa
   J. P. Joensen & J. A. Hansen  Føroyar og bankarnir í 100 ár
   Jógvan Sundstein  Frá barnaárum ungu til lívsins heystartíð
   Hanus Samró  Stríðið um proteinini
Hans J. Debes  Jóannes Patursson
Hans J. Debes  Nú er tann stundin
Hans J. Debes  Politiska søga Føroya 1814-1906
  Jákup Thorsteinsson  Loysingarpolitikkur í 1940-árunum
  Hans J. Debes  Ísland – land og ríki
G. D. Magnussen/Ø. WinthereigSkjót journalistin
Føroya LandsstýriHvítabók
Anne K. Hermann  Imperiets børn
Føroya LøgtingLøgtingið 150 ár
 Tíðarrit.fo o.a.

Hetta vísir við allari týðuligheit, at onnur sjónarmið, enn tey hjá loysingarfólki, eru ikki áhugaverd!

Sum loysingarpropaganda kemur sendirøðin á mál, men KvF sendir hana upprunaliga sum eina “føroyska dokumentarrøð”, har “ljós verður varpað á støðu okkara í danska ríkinum…..farið verður víða um í eini breiðari lýsing av evninum” (sic!).

Álvaratos, Kringvarp Føroya:

Hvar er virðingin fyri lógarásetingum, sáttmálum og egnum kjarnuvirðum?

Tíbetur er hetta seinasta sendingin í røðini, so fyribils sleppa vit kanska undan at hoyra og síggja meiri av hesum, sum fyri tað mest er slutur og vrøvl, grundað á undirlutakenslu og manglandi sjálvsvirðing. Men helst gongur ikki long tíð, til henda undirmálssending, borin av villleiðing og søgufalsan, aftur verður endursend til skaða fyri tey, sum tá hyggja, og ikki vita betur.

Johan Petersen