Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.04.2024 15:08

Økisfundur fyri Kolbeinagjógv, Morskranes og Selatrað

Eldraráðið fyri Roðan hevur økisfund í missiónshúsinum á Selatrað.

Týsdagin hin 9. apríl kl. 17:00.

Evnini sum vit koma at viðgera eru: Einsemi, Demens, Palliativ viðgerð, Hospice, Eldraíbúðir, Hjálpitól, Reingerð, kostur og rørsla v.m.

Aftaná verður borðreitt við smyrjibreyði, kaku, kaffi og the.

Øll í Kolbeinagjógv, Morskranesi og Selatrað sum eru yvir 60 ár eru vælkomin.