Eysturoyarportalurin skilur frá álítandi keldum, at avtalan millum Olaf Bárðarson og slovakiska felagið FK Železiarne Podbrezová, ikki blívur til nakað allíkavæl.
Eitt leikaraskiftið sum hevði gjørt hann til fyrsta føroyska leikara í slovakiskum fótbólti.
Sum skilst, so fekst m.a. ikki semja um persónligu viðurskiftini.
Olaf sum hevur verið í Slovakia síðani fríggjadagin, er nú ávegis heim aftur til Føroyar og Víking, har hann enn hevur sáttmála, tí skiftið til slovakiskan fótbólt ongantíð alment kom uppá pláss.