Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.04.2025 17:27

Olja á vegnum frá Søldarfirði til Norðragøtu

Landsverk boðar frá, at á vegastrekkinum Søldarfjørður og til Magn í Norðragøtu er olja á vegnum og bilførarar verða bidnir um at koyra varliga.

Dagført:

Kl. 22:30 Nú er uppruddingin av olju á vegnum liðug, men bilførarar verða framvegis bidnir um at koyra varliga, millum Søldarfjørð og Norðragøtu.