Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.09.2023 08:39

Olja á vegnum millum Leirvík og Gøtu (myndir)

Olja á vegnum í morgun (Landsverk)

Eysturoyarportalinum hevur tosa við Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverk í Norðurøkinum, um oljuna sum er komin á vegin í Eysturoynni í morgun.

Hann sigur, at tey fingu eina fráboðan klokkan trý korter til sjey í morgun, at olja var á vegnum frá Gøtueiði til rundkoyringina við Kráartanga í Leirvík. Serliga nógv var í rundkoyringinin í Leirvík, (við kirkjuna), og uppi á Gøtueiði.

Nú eru skeltir sett upp í ávara um ”Olja á vegnum” og vaskibilur er á veg til at taka oljuna upp, sigur Árni Jacobsen.

Myndir Landsverk