Løgreglan, saman við Landsverk hava nú avgjørt at heilt stongja vegin, frá rundkoyringini á Skipades og heilt inn til Effostøðina í Skálabotni.
Allur vegurin verður vaskaður, og væntast kann at tað kemur at taka nakrar tímar.
Bilførarar kunnu nýta farleiðina, Skála/Strendur og Runavík, ístaðin fyri.
Fráboða verður aftur, tá koyrandi er aftur á strekkinum.
Dagført kl. 16.50: vegurin er opin aftur fyri ferðslu