Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2024 14:24

Opið Atelier

Leygardagin 23. novembur eru fólk vælkomin at vitja í Atelierinum hjá Finleif Mortensen undir Torvbrekku 12 b á Strondum.
Opið atelier er ikki ókent aðrastaðni, har listafólk lata dyrnar upp til eina ørvísi framsýning í atelierinum, har listin verður til.
Umframt nýggjar málningar er møguligt at síggja eldri málningar, sum eisini vera til sølu. Eisini skitsur og annað kunnu síggjast.

Opið er frá kl 12.00 til 17.00 leygardagin 23. novembur har eisini okkurt gott til góman er at fáa.