Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.06.2023 18:18

Peningur játtaður til spælipláss

Mynd: Nes kommuna

Nes kommuna

Hóskvøldið 22. juni samtykti býráðið í Nes kommunu at taka av tilboði frá Innspark at gera eina heildarætlan uppá útiøkið í Frítíðarskúlanum.

Nýggi Frítíðarskúlin, sum varð tikin í nýtslu í fjør, fekk eisini tá nakað til spæliplássið, men tað var bara ein byrjan.

Nú verður talan um eitt náttúruspælipláss, spælihús, parkour vøll og dandi stativ.

Eisini samtykti býráðið á sama fundi at játta pening til at leggja gummi á spæliplássið í Barnagarðinum. Eisini varð peningur játtaður til tess at byrja eina uppraðfesting av skúlagarðinum í Tofta skúla.