Almanna- og mentamálaráðið
“Tey, sum hava arbeitt frá heilt ungum árum, skulu hava møguleika at fara av arbeiðsmarknaðinum við pensjón, áðrenn fólkapensjónsaldurin er rokkin”. Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, sum hevur borið uppskot í løgtingið um tíðartreytaða pensjón.
Løgtingið viðger í hesum døgum eitt uppskot um, at fólkapensjónsaldurin í 2035 skal hækka, men landsstýrismaðurin ásannar, at partar av løntakarunum verða meira ávirkað av hækkingini enn onnur. Tí hevur hann lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um, at tey, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum í 50 ár, frá 16 ára aldri, skulu hava rætt til at fara av arbeiðsmarknaðinum við eini sonevndari tíðartreytaðari pensjón frá landinum. Uppskotið er, at skipanin við tíðartreytaðari pensjón skal fara at virka, samstundis sum pensjónsaldurin hækkar í 2035.
Tá vit biðja føroyingar um at arbeiða longur, hava vit eisini skyldu at taka atlit til, at nøkur fara til arbeiðis fyrr enn flest onnur”, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður.
Uppskotið um tíðartreytaða pensjón verður viðgjørt í Løgtinginum næstu dagarnar.