Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.06.2023 11:19

Pisufundur á Gøtusandi

Mynd: Kristfríð Tyril

Miðnám á Kambsdali

Mikudagin 21. juni var árligi pisufundurin hildin á sandinum í Syðrugøtu. Fuglafjarðar hornorkestur spældi, røður vóru hildnar, eins og har var felagssangur. Fitt av fólki var komið til pisufundin, og tað var ein vøkur sjón at síggja tær meira enn 130 pisurnar lið við lið á sandinum. Tíverri fór at regna, áðrenn pisufundurin var liðugur – men soleiðis kann  summarið í Føroyum eisini vera.

Jákup Norðoy Vilhelmsen helt røðu vegna næmingarnar, og hon kann lesast her.

Tóra við Keldu, lærari og forkvinna í Megd, helt gestarøðuna, sum kann lesast her.

Kristfríð Tyril tók myndirnar