Poolsamband Føroya var stovnað í 2024, har tað gjørdist limur í European Pocket Billiards Federation og í ÍSF sum menningarsamband.
Í løtuni eru tvey pool feløg í Føroyum, Havnar Pool Felag og Eysturoyar Pool Felag.
Longu í fyrsta árinum sum poolsamband eru fleiri enn 40 limir.
Í dag, fríggjadagin 24. januar, byrjar eitt dómaraskeið við høvuðsdómarunum hjá European Pocket Billards Federation, ið kann samanberast við UEFA mynduleikan. Skeiðið verður alt vikuskiftið og endar við royndum.
Tey, ið megna royndirnar, gerast tí góðkendir evropeiskir dómarar til greinarnar 8-ball, 9-ball, 10-ball og 14.1.