Krabbameinsfelagið
Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri tiltaki mikukvøldið 19. mars kl. 19.00 til 21.00.
Verið vælkomnir
Nú er tíðin komin, at vit hittast aftur. Bólkurin fyri menn, sum hava ella hava havt prostatakrabba, skipar fyri áhugaverdum og forvitnisligum tiltaki mikukvøldið 19. mars kl. 19.00 til 21.00. Marnar Fríðheim Kristiansen lækni og granskari kemur at hava eitt upplegg. Vónandi verða vit fjølmentir og nýggir luttakarir eru altíð vælkomnir.
Skráin fyri kvøldið:
- Drekkamunnur
- Vælkomin og taka samanum hvat er farið fram síðan seinast
- Presentatión av møguligum nýggjum luttakarum
- Hagtøl av Prostatakrabba í Føroyum við Marnar Fríðheim Kristiansen
- Hugnaløta okkara millum í bólkinum, har vit hava møguleikað at siga fram í orðum og deila sjúkuupplivingar seinastu tíðina, – og annað, ið vit kunnu prátað og kjakast um.
- Møgulig uppskot av evnum til komandi fund
GG! Um tú kennir onkran, sum er í somu støðu, ið hevur ella hevur havt prostata krabba – eru hesir altíð vælkomnir við.
Vinarliga boða okkum frá, um tú ætlar at koma í seinasta lagi mikudagin 19. mars kl. 12.00, á telefon 317959, send okkum ein sms á 217956 ella ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.