Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.11.2024 14:27

Ragnar Skála til Víking

Mynd: Víkingur

Víkingur skrivar:

Framrættaði leikarin Ragnar Skála hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við Víking.

Ragnar, sum er av Argjum, er 24 ára gamal. Hann hevur altíð umboðað barndómsfelagið AB, inntil kappingarbyrjan í ár, tá ið hann skifti til Skála. Eisini hevur Ragnar umboðað Føroyar á U21 landsliðnum seks ferðir.

Vit síggja Ragnar sum ein spennandi, arbeiðssaman leikara, sum kann røkja fleiri pláss á liðnum.

Vit gleðast um at hann hevur valt Víking og eru spent uppá at síggja meira til hansara.