Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2023 09:05

Randarhúsini við Høganesvegin

Seinasta húsið reist inni á Høganes á Toftum (Mynd: KBH)

Fríggjadagin tann 1. september var tað seinasta húsið reist inni á Høganes á Toftum.

Byggivirkið KBH, sum heldur til á bryggjuni á Toftum, byggir seks randarhús við Høganesvegin.

Fríggjadagin vóru eisini lyklarnir handaðir til eigararnar av teimum fyrstu tveimun húsunum, har tað er klárt at flyta inn í teirra nýggja heim.

Tey næstu tvey húsini væntast at standa innflytingarklár fyri jól, sigur Byggivirkið KBH.

Myndir: KBH