Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.03.2025 22:34

Regnið órógvar ikki Hanus

Sjálvt um venjingarvallirnir í Montenegro hava verið í ringum standi, so órógvar tað ikki fyrireikingarnar, sigur Hanus Sørensen í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: www.FSF.fo

Fótbóltssamband Føroya

Mánakvøldið hevði A-landsliðið við monnum sína síðstu venjing undan dystinum ímóti Montenegro. Áðrenn menninir fóru á vøllin fekk FSF Varpið orðið á Hanus Sørensen.

Tað regnar illa í Montenegro í hesum døgum, og tað hevur millum annað havt við sær, at føroyska landsliðið ikki sleppur at venja á sjálvum vøllinum, har dysturin skal spælast.

Í staðin varð vant á Podgorica City Stadion, men tað órógvar ikki tað heilt stóra, sigur Hanus Sørensen, ið FSF Varpið hitti áðrenn venjingina mánakvøldið.