KT-Felagið
Reimund Langgaard er valdur inn í nevndina hjá KT-felagnum, meðan Ulla Joensen heldur fram sum forkvinna
Mikudagin 23. apríl savnaðust limirnir í KT-felagnum til árliga aðalfundin. Millum málini á skránni var nevndarval. Ulla Joensen og Gudny Langgaard vórðu báðar afturvaldar, meðan Fróði Magnussen ikki heldur fram í nevndini.
Í hansara stað varð Reimund Langgaard valdur sum nýggjur nevndarlimur, og soleiðis kemur nýtt andlit inn í felagsarbeiðið. Hann kemur við góðum innliti og einum brennandi áhuga fyri at menna KT-vinnuna.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg, og Ulla Joensen heldur fram sum forkvinna. Ulla hevur verið forkvinna síðani 2018 og hevur staðið á odda fyri fleiri týðandi átøkum, sum hava styrkt arbeiðið hjá felagnum og sett KT á dagsskránna í Føroyum.
Við eini nevnd, sum er væl skipað, og einum felagsskapi, sum trýr upp á framtíðina, er KT-felagið til reiðar at taka næstu fetini. Endamálið er at tryggja, at Føroyar hava eina kappingarføra og sjálvberandi KT-vinnu, sum kann virka undir góðum og framskygdum karmum.
Nevndin er mannað soleiðis:
- Ulla Joensen, Elektron
- Gudny Langgaard, Nema
- Ólavur Ellefsen, Flowcore
- Kristian R. Davidsen, Føroya Tele
- Snæbjørn B. Jacobsen, Stýr
- Reimund Langgaard, Intra
Les meira um KT-felagið her.