Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2024 13:51

Rentulækking í Norðoya Sparikassa

Norðoya Sparikassi

Rentulækkingin er grundað á at Tjóðbankin fyrr í hesum mánaðinum lækkaði leiðandi rentuna.

Útlánsrentur og innlánsrentur lækka við upp til 0,20 %-stigum hjá bæði privat- og vinnukundum.

Broytingarnar koma í gildi 10. desember 2024.

Rentuyvirlitið á heimasíðu sparikassans www.ns.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.