Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.04.2025 09:29

Ribarhús í Fuglafirði

Tíðindaskriv

Ribarhús í Fuglafirði er aftur í ár karmur um nógv ymiskt virksemi hetta síðsta vikuskifti í apríl – og hugnaligt er hjá fólki at støkka inn á gólvið – her eru nógvir krókar og støð, har man kann sita og binda og práta. 

Húsið er annars sum ein ”mini sølumiðstøð” hesar dagarnar, har  einstaklingar, fyritøkur og handlar hava ”Støkk upp” sølustøð runt umkring í húsinum.

Okkara  Piddasahandil er opin,  og í Gallarínum hongur ein framsýning við svørt / hvítum linoliumsskurðum  hjá Nicolinu Højgaard.

Har er eisini ein pallur, “Syng & fortel”, til sang, spæl og framløgur. 

Og báðar dagarnar eru fleiri, bæði bólkar og einstaklingar, sum fara at syngja og spæla, og har vera fleiri, sum koma at hava áhugaverdar framløgur um mangt og hvat. 

Lúkukaffi er opið, so lagamanni er at sita í gallarínum millum fantastiskar myndir og njóta eina heita máltíð ella ein góðan duss saman við tí, sum fer fram á pallinum.

Ókeypis atgongd, og ØLL – bæði menn og konur – ung og gomul eru hjartaliga vælkomin –

” KOM FORBÍ ”ein túr !!

Meira info er á ribarhus.fo  og á Facebook