
Søkt verður eftir:
– Einum sjúkrarøktarfrøðingi á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna við møguleika fyri lægri brøki. Arbeiðstíðirnar eru í dag- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
FØRLEIKAKRØV
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur | |
Áhuga at arbeiða við eldri fólki við demens | |
Góð evni at samskifta í skrift og talu | |
Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind | |
KT-førleika á brúkarastøðiKann verða fyrimunur um tú hevur prógv sum demenssamskipari |
VIT BJÓÐA TÆR
• | ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag |
• | ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum |
• | eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar |
• | møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum |
SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið, sum sjúkrarøktarfrøðingur verður at seta 1. mars 2023 ella sum skjótast og lønt sambært sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og KAF / Fíggjarmálaráðið.
Søkjur skikkaður umsøkjari ikki starvið, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Jonu Dam, deildarleiðara tlf. 290204 ella við telduposti til jonad@rodin.fo.
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal ”umsókn Suðurstova”
Umsóknarfreistin er 2. februar 2023.
