18. mai í OY
Tíðindaskriv
Eftir eina brakandi succés síðsta ár hevur fólkið hungrað eftir næsta Rokk ’n’ BBQ tiltakinum.
18.mai verður tað!
Hesa ferð, hava fyriskiparirnir fríggjað til OY, og tiltakið verður tí á skrappa bryggjarínum á Hálsi.
Grill-kúllurin av Norðskála, Jákup Sumberg, fer at smekka amerikanskt inspirerað BBQ og føroyskt sjógæti á ein bakka. Vit tosa um mat, ið er “fingerlicking good!”.
Moonshine-banditturin úr Sandvík, Sólfinn Danielsen ið rekur Rødder & Vin á Nørrebro, selur natúrvín ið peppar teg upp um skíggini. Men, tú fært ikki ein færra av timburmonnum dagin eftir!
Tað fer at floyma yvir við góðum OY øli, sum spaghetti elskandi italiamaðurin, Alessandro Ersettigh, bryggjar.
Ímeðan tit leska tykkum á og kveyla góða matin niður, leggur tónleikafrøðingurin Knút Háberg Eysturstein plátur á. So, tit vera ikki einans mett og væl sett, tit fáa eisini stimbrað heilakyknurnar í “Rokk skúlanum” hjá Knúti!
Oman á alt, fáa tit støvut rokk ’n’ roll for frá, tá Son of Fortune fer á pall. Tá verður rokkað so hart, at Benjamin fær Slash at síggja út sum gittaristin í Ole Ivars. Til tíðir verður tað so kensluborið, at tattooveraði rokkarin í leður vesti tárar í natúrvíns glasið.
Kom við til ROKK ’n’ BBQ har sansinir verða
yvirstimuleraðir!
Tiltakið verur 18.mai kl:18
Son of Fortune trínir á pall kl:22
PRÍSIR:
ROKKARIN
Konsert, ein bakka við BBQ, 1 glas av natúrvíni og ein øl.
– 495 kr
LUKSUS ROKKARIN
Konsert, stóran pakka við BBQ, tvey gløs av natúrvíni og ein øl, tvær Son of Fortune LP’ir og T-Shirt
– 1495 kr
Straight Edge
Entre, uttan mat og drekka
– 200 kr
Keyp atgongurmerki her:
https://www.atgongumerki.fo/2497533/rokk-n-bbq