Kvinnuliðið Rósan hjá fimleikafelagnum Støkk úr Runavík, lutekur í hesum døgum í HM í estetiskum fimleiki, sum verður hildið í Estlandi.
Og kann ikki sigast annað enn at tað gekk sera væl. Tær høvdu eina góða framførslu í dag, sum endaði við at tær komu í HM finaluni.
Tær eru fyrsta lið úr Føroyum, sum kappast í bólkinum, ið kallast short-programme.
Tær eru fyrstar á gólvinum í morgin, sum er kl. 9:10 føroyska tíð.
Tað eru Beinta Gaardbo og Miriam Johansen sum eru venjarar, meðan Diana Jansdóttir Olsen er ferðasamskipari.