Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.02.2024 19:02

RTS Contractors aftur á føroyskar hendur

Mynd: RTS Contractors

MT Højgaard Holding boðar í gjár frá, at felagið hevur selt sín part á 80% í RTS Contractors, sum er heimahoyrandi í Runavík, til minnulutaeigarin Andrias Lamhague.

Við Eysturoyarportalin sigur nú “nýggji” eigarin: “Hetta kom eitt sindur frá síðulinjuni. MT Højgaard spurdi um vit vóru áhugaðir at keypa tey 80% aftur, nú teir skifta strategi og fara at flyta teirra virksemið av landinum, og tað vildi eg fegin”. Tað gekk rættuliga skjótt og handilin kom í hús í gjár, so alt er nokkso nýtt enn”.

At enda sigur Andrias tó: “At tað er deiligt at fáa fyritøkuna aftur á føroyskar hendur”. 

Sostatt endar MT Højgaard sítt virksemið í Føroyum, og verður RTS Contractors, saman við dótturfelaganum RTS Byggin tískil aftur 100% føroyskt og yvirtekur felagið í Runavík øll arbeiðir og skyldir sum MT Højgaard enn hevur í landinum.

Tað var annars afturi í februar 2021, at MT Højgaard keypti 80% av RTS Contractors frá brøðurunum Svend og Andrias Lamhauge.

Spjaldur