Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
25.06.2024 14:54

Rynkeby vitjar við Margáir

Sunda Kommuna

Hósdagin 27. juni fer Rynkeby at súkkla prologin, sum er síðsti túrur her í Føroyum, áðrenn liðini fara av landinum fríggjadagin at súkkla longu leiðina til París.

Á prologinum vitja liðini kommunur og fyritøkur, sum skipa fyri almennari móttøku.

Vit eru so heppin, at Rynkeby aftur í ár heldur leiðina framvið við Margáir!

Skráin er hendan:
Kl. 16.50-17.20: Margáir, Streymnes. 

  • Trygvi Kallsoy, kommunustýrislimur hjá Sunda kommunu, sigur nøkur orð
  • Ein rynka sigur nøkur orð
  • lítið ábit
Øll eru hjartaliga vælkomin!