Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
08.01.2024 12:10

Samlaða tøkan av alilaksi var 80,5 tús. tons í fjør

Tíðindaskriv/ Havbúnaðarfelagið

Tøkan av alilaksi var uml. 80,5 tús. tons í kruvdari vekt í 2023. Hetta er umleið 10% minni enn í 2022, tá tøkan var umleið 89 tús. tons.

Samlaða tøkan av alilaksi í Føroyum var í fjør 80,5 tús. tons í kruvdari vekt. Hetta svarar til uml. 98 tús. tons í rundari vekt.

Miðalvektin í 2023 var 4,82 kg., sum er á leið tað sama sum miðalvektin í 2022 sum var 4,81. Sostatt var samlaða talið av tiknum laksum knappar 2 milliónir lægri í 2023 enn í 2022.

Havbúnaðarfelagið skrásetur vikuligu tøkutølini frá føroysku laksaalifeløgunum og almannakunnger tey á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Tøkutølini kunnu finnast her.

Samlaða tøkan av alilaksi var 80,5 tús. tons í fjør