Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
30.04.2024 13:31

Seinni finaludysturin verður í morgin

Tað er í morgin 1. mai, at seinni finaludysturin hjá kvinnum í hondbólti, sum er millum StÍF og Kyndil, verður leiktur. Dysturin verður í høllini á Skála og byrjar kl. 18.00.

StÍF skrivar soleiðis á facebook vanganum:

Í morgin 1. mai. kl. 18:00 fer annað finalu umfar í gongd í høllini á Skála. Okkara kvinnur hava tørv á øllum reyð/hvít klødddum og larmandi STÍF fjepparum !!!

KOYR Á STÍF ❤️

Fyrri finaludysturin, sum var leiktur í høllini á Hálsi sunnudagin, endaði 36-18 til kyndilskvinnur.