Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.03.2025 16:00

Semja millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Fiskimannafelag

Mynd: Vinnuhúsið

Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Í dag hava Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Fiskimannafelag skrivað undir tvey ára semju um nýggjar sáttmálar fyri dekkarar og kokkar við handilsskipum

Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan upp á 3,92% fyrsta árið og 3,87% annað árið. Harumframt hækkar eftirlønin við 0,5%, umframt at aðrar broytingar og tillagingar eru gjørdar í sáttmálanum, sum inniheldur krøv frá báðum pørtum.

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.