Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.03.2025 14:37

Serbreytin gevur 10.000,- til Reyða kross Føroya

Mynd: Miðnám á Kambsdali

Miðnám á Kambsdali

Á hvørjum ári hevur serbreytin jólasølu við hond virkaðum lutum, ið næmingarnir hava gjørt.

Peningurin, ið kemur inn fyri søluna, fer til vælgerandi endamál. Tað eru næmingarnir sjálvir, ið avgerða, hvønn felagsskap stuðulin skal fara til.

Í ár ynsktu næmingarnir, at stuðulin skuldi fara til Reyða kross Føroya, ið ger vælgerandi arbeiði í Føroyum og úti í heimi.