Runavíkar kommuna
Røða, sum Petur Hansen, mentanarnevndarformaður, helt, á setanini av páskamálningaframsýningini hjá NSÍ í Skúlanum við Løkin.
Góðu tit øll
Tað er mær ein sonn gleði at sleppa at bjóða tykkum vælkomin her við Løkin í dag.
At fara á málingaframsýning á páskum var í mong ár ein fastur táttur her á leiðum.
So vítt eg havi lisið meg fram til, byrjaðu framsýningarnar umleið 1980 – flestu árini í Runavíkar skúla, og nakrar ferðir á Strondum og í Gøtu.
Í meira enn 30 ár var tað Lions Club, ið skipaði fyri.
Men onki kemur av sær sjálvum, og páskaframsýningarnar hildu uppat í nøkur ár. Tað vóru kreftir í NSÍ, sum tóku stigið og vaktu hesa siðvenju til lívs aftur. Tað vísir, at okkara lokalu felagsskapir bæði virða sínar røtur og tora at takað á seg nýggjar uppgávur.
At eitt fótbóltsfelag skipar fyri einari listaframsýning kann kanska tykjast óvanligt. Men við nærri umhugsan er tað ein natúrlig samanrenning.
Bæði í ítrótti og list snýr tað seg um at kýta seg, at stríðast fyri tí besta og at savna fólk. Á vøllinum síggja vit íðkarar og leikarar, sum við teknikki og innliving skapað løtur av vakurleika. Í gallerínum síggja vit listafólk, sum á teirra leikvølli, innan rammurnar, vísa okkum nýggjar heimir, dreymir og tankar!
—
Eg minnist væl, tá kona mín og eg, fyri 25 árum síðani, sum nýklakt par, vitjaðu páskaframsýningina. Eg vil viðganga, at tann tá 17 ára gamli Petur ikki hevði slitið nógvar listarligar gáttir. Men hendan dagin var tað júst páskaframsýningin, sum skuldi geva hesi gentuni eina mynd av einum mentaðum Søldfirðingi. Tað var kanska ein abstrakt illusjón – men tað var í øllum førum eitt startskot til mín áhuga fyri listaframsýningum.
—
Eins og Føroyar hava fostrað ítróttarligar úrmælingar, ið dystast á hægsta støði kring heimin, so hava vit eisini rokkið ovastu rók innan bókmentir, tónleik – og ikki minst – myndlist.
Men list er ikki ein kapping. Tað serliga við listini er, at øll kunnu vera vinnarar. Tað er altíð gott at fáa viðurkenning frá øðrum – men ofta kemur tann besta viðurkenningin innanífrá. Og har hava øll, ið vísa fram í dag, tað til felags: at tey hava víst okkum dirvi og leggja fram sítt besta avrik.
Ein framsýning sum hendan er kærkomið høvi hjá okkum at síggja, hvat føroyingar hava á hjarta, og eg gleði meg at uppliva, hvat hesi 28 listafólkini hava at vísa okkum.
Eg vil nýta høvið at takka øllum listafólkum, sjálvbodnum og fyriskiparum, sum hava gjørt hesa framsýningina møguliga. Tykkara íkast gevur lív og lit til okkara páskir – og til okkara bý og samfelag.
Við hesum orðum lýsi eg Páskaframsýningina 2025 setta.
Gleðiligar páskir øll somul!